Makrelprísurin framvegis góður

Makrelprísurin framvegis góður
Í Noregi er prísurin farin upp í 49 krónur fyri kilo. Tað eru 32 krónur og 65 oyru í okkara pengum
Greinari væntar, at makrelprísurin verður verandi góður, tí kvoturnar eru minkaðar so nógv.
 
09.03.2026 - 09:35

Tá prísurin fyri makrel fyrr hevur verið góður, hevur hann ikki verið tað leingi í senn.

Men hetta er øðrvísi nú, sigur Finn-Arne Egeness, sem ger greiningar um fiskivinnuna í norska bankanum Nordea, við Fiskeribladet.

Í Noregi er prísurin farin upp í 49 krónur fyri kilo. Tað eru 32 krónur og 65 oyru í okkara pengum.

Við árslok var miðalprísurin 38 norskar krónur, ella 25 krónur og 32 oyru.

Hann var tá 77 prósent hægri, enn hann var í 2024.

Og Finn-Arne Egeness væntar, at prísurin verður har uppi, tí makrelkvoturnar eru minkaðar nógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985