Ákæruvaldið fer ikki í Landsrættin við festara

Ákæruvaldið fer ikki í Landsrættin við festara
Dómurin hjá Føroya rætti er tí endaligur
Ákæruvaldið fer ikki í Landsrættin við festaranum í Oyndarfirði, sum í Føroya rætti var fríkendur fyri bróta um djóravælferð.
 
16.03.2026 - 09:11

Ákæruvaldið fer ikki í Landsrættin við festaranum í Oyndarfirði, sum í Føroya rætti var fríkendur fyri bróta um djóravælferð.

Dómurin hjá Føroya rætti er tí endaligur. 

Festarin var ákærdur fyri ikki at avlíva sjúkan og skaddan seyð, fyri ikki at vaksinera seyð og viðgera hann, tá hann var sjúkur, og fyri ikki at beina burtur deyðan seyð.

 

Seyðurin illa fyri

Í rættinum greiddi festarin frá, at hann tók við einum festi í Oyndarfirði á sumri í 2020.

300 seyðir hoyrdu til festið, fekk hann at vita.

Men tað vísti seg, at talið var millum 130 og 150 seyðir. Seyðurin var illa fyri.

Nógvir teirra vóru eisini so styggir, at teir vóru ringir at reka í rætt, har teir kundu fáa heilivág fyri bendilorm og lús.

 

Fjós og seyðahús í ringum standi

Fjósið og seyðahúsið vóru í sera ringum standi.

Og nógv skuld hekk uppi í festinum.

Festarin greiddi rættinum frá, at tað tók sína tíð at fáa øll hesi viðurskifti í rættlag.

Men tey eru nú komin í rættlag, segði hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744