Steinbjørn Hardlei givin sum verkætlanarleiðari

Steinbjørn Hardlei givin sum verkætlanarleiðari
Hann er givin eftir egnum ynski, men heldur fram sum ráðgevi á Barnaverkætlanini
Steinbjørn Hardlei er givin sum verkætlanarleiðari á Barnaverkætlanini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2026 - 18:00

Steinbjørn Hardlei er givin sum verkætlanarleiðari á Barnaverkætlanini. 

Tað váttar Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Tað er hent eftir ynski hjá Steinbjørn Hardlei sjálvum, og talan er sostatt ikki um ósemju ella misrøkt av starvinum. 

Steinbjørn Hardlei stillar upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi, men leiðsluskiftið hevur heldur onki við løgtingsvalið at gera.

Steinbjørn Hardlei, sum hevur starvast sum verkætlanarleiðari á Barnaverkætlanini síðani í mai 2024, heldur fram sum ráðgevi á verkætlanini, við tilvísing til verkætlanarleiðaran. Tað ger hann eftir valið.

 


Synnøve av Rana.

 

Synnøve av Rana nýggjur leiðari

Synnøve av Rana tók við leiðsluni av Barnaverkætlanini 1. mars. Hon hevur verið samskipari av Barnaverkætlanini síðani januar 2024. Fyrst sum fyribilssett og síðani í tíðaravmarkaðari setan frá juni 2024, til endan av hesum árinum. 

Høvuðsendamálið við Barnaverkætlanini er at laga niður forðingar, sum kunnu vera millum ymiskar skipanir, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur. 

Barnalógin er eisini partur av Barnaverkætlanini. Hon er liðug, og var á veg í løgtingið, tá val varð útskrivað. Eitt nýtt landsstýri tekur støðu til Barnalógina.  

Eftir ætlan heldur Barnaverkætlanin fram hetta árið. Í Barnalógini verður lagt upp til at skipa eina Barna- og familjueind.  Og tað fer eitt nýtt landsstýri eisini at taka støðu til.

Tað eru Almanna- og heilsumálaráðið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Uttanríkis- og mentamálaráðið og Føroya Kommunufelag, ið standa aftan fyri Barnaverkætlanina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002