Aftur streymslit í Kuba

Aftur streymslit í Kuba
USA hevur sett í verk bann fyri at selja Kuba olju, og tað hevur lagt framleiðsluskipanina í landinum lamna
Kuba er aftur rakt av streymsliti.
Mynd: Norlys Perez/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.03.2026 - 08:37

Tíggju milliónir kubanarar mistu streymin, tá elnetið í landinum hoyknaði, upplýsti kubanska elfelagið, UNE, í gjár sambært Reuters-tíðindastovuni.

Hetta hendir samstundis, sum USA hevur sett í verk bann fyri at selja Kuba olju, og tað hevur lagt framleiðsluskipanina í landinum lamna.

Elfelagið segði á sosialum miðlum, at tey kannaðu, hví streymurin enn einaferð fór, tí hetta er hent við jøvnum millumbilum í seinastuni. Tá hevur talan verið um, at streymurin hevur verið burtur í nógvar tímar og enntá dagar. Hesa ferð hevði streymslitið við sær ógvislig mótmæli, og tað hendir ikki ofta í kommunistiska landinum.

 

 


USA hevur tikið Maduro, sum var forseti í Venesuela, til fanga. (Mynd: Eduardo Munoz/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Stórt trýst

Trýstið á Kuba er økt nógv, síðan USA í januar tók venesuelanska forsetan, Nicolás Maduro, til fanga. Maduro stuðlaði Kuba og seldi landinum olju, men tá amerikanarar tóku Maduro, steðgaði Trump søluni av olju til Kuba, og hann hótti øll lond, sum selja Kuba olju, við revsitolli

Kubanar søgdu fríggjadagin, at samráðingar eru byrjaðar við USA um at linka kreppuna. 

Hvussu veruligar tær samráðingarnar eru, kann tó spurnartekn setast við, tí í gjár segði amerikanski forsetin í samrøðu við miðlafólk í ovalu skrivstovuni, at hann roknaði við, at hann fór at fáa heiðurin av at taka Kuba.

Tað skrivaði Reuters-tíðindastovan í gjárkvøldið.

Tá hann varð spurdur uppaftur, um hann ætlaði at taka Kuba, svaraði hann, ja, upp á ein ella annan máta.

- Um eg koyri stjórnina frá, ella taki tað. Eg kann gera tað, sum eg vil, við tað. Landið er veikt men var í langa tíð eitt harðrent land. Castro var harðrendur leiðari, og tað eru beiggjar hansara eisini. Tað var soleiðis, teir stýrdu, segði Donald Trump.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232