Nevningating um álopið við Sandá

Nevningating um álopið við Sandá
Fimm dagar eru settir av at viðgera málið
Nevningating verður í Føroya rætti í hesi vikuni um álopið á gøtuni við Sandá í apríl í fyrraárið.
 
23.03.2026 - 15:43

Nevningatingið um álopið á eina kvinnu á gøtuni við Sandá verður i Føroya rætti í hesi vikuni.

Ein 36 ára gamal maður er ákærdur fyri álopið 28. apríl í 2024.

Hann noktar seg sekan.

Verjin hjá manninum er donsk. Christina Schønsted er verji. 

 

Krevur forvaring

Ákæruvaldið fer ikki at krevja fongsulsrevsing, men trygdarvarðhald, ella forvaring.

Tað krevur eisini, at maðurin, sum er póllendingur, verður vístur av landinum med alla.

Fyrivarni er tikið fyri endurgjaldi.

Fimm dagar eru settir av til nevningatingið.

Maðurin var tikin stutt eftir hendingina og hevur verið í varðhaldi síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329