52 fólk vilja hava krossin í dag

52 fólk vilja hava krossin í dag
Fólkatingsval er í dag, og í Føroyum stilla fimm flokkar upp til fólkatingsvalið
Valdagur er í dag og aftur hósdagin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2026 - 07:50

Fólkatingsval er í dag, og í Føroyum stilla fimm flokkar upp til fólkatingsvalið.

Framsókn og Sjálvstýri stilla ikki upp.

52 valevni eru á teimum fimm listunum, 17 kvinnur og 35 menn.

Tey 57 valhølini lata upp klokkan níggju og eru opin til klokkan átta í kvøld og so leingi hareftir, veljarar framvegis møta fyri at greiða atkvøðu, sum tað stendur í kunngerðini um valið.

38.945 hava valrætt í dag, 552 fleiri enn í 2022.

Á fólkatingsvalinum í 2022 vóru 71,31 prosent á vali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659