Grønlendingar tíðliga í valhølunum

Grønlendingar tíðliga í valhølunum
Í Nuuk hevur valluttøkan verið stór fyrsta fyrrapartin. Tá gjørt var upp eftir fyrsta tíman í Godthåbhøllini, høvdu næstan fimm prosent valt, sambært Sermitsiaq
Mynd: Florent Vergnes/AFP/Ritzau/Scanpix  
 
24.03.2026 - 14:08

Í Grønlandi hava fólk verið tíðliga í valhølunum. 

Sambært Sermitsiaq høvdu umleið fimm prosent verið á vali í Nuuk, tá gjørt var upp í Godthåb-høllini eftir fyrsta tíman klokkan 10.00 lokala tíð. 

Í Qaqortoq líkjast tølini. Har høvdu 4,8 prosent verið og valt klokkan 10. Lagið er gott, og tað er veðrið eisini, sigur valstýrisforkvinnan í Qaqortoq, Randi Vestergaard Evaldsen, við Sermitsiaq.

 


Fólk eru eisini møtt tíðliga til valið í Grønlandi, har gott veður er í morgun. (Mynd: Florent Vergnes/AFP/Ritzau/Scanpix)

 

Aki-Matilda Høegh-Dam (tá Siumut) og Aaja Chemnitz endurvunnu sessirnar seinast til Fólkatingsvalið í 2022, men stilla ikki upp hesa ferð, og tí fær Grønæand tvey nýggj umboð í Fólkatingið.

Tað eru 27 valevni á atkvøðuseðlinum í mun til 15 í 2022. Umleið 70 valstøð eru í Grønlandi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776