Samfelagsfrøðingur: Bilsin um stóru vallutøkuna til fólkatingsvalið

Samfelagsfrøðingur: Bilsin um stóru vallutøkuna til fólkatingsvalið
Vallutøkan er væl størri nú enn til seinasta fólkatingsval, og tað er heldur óvantað, metir samfelagsfrøðingur
Kø til fólkatingsvalið 2026 í høllini á Hálsi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2026 - 22:05

Tær síðstu atkvøðurnar verða enn taldar. 

Men eitt úrslit er longu greitt, og tað er tann avbera góða vallutøkan til hetta fólkatingsvalið.

Og júst tað kemur óvart á Anniku Soll, samfelagsfrøðing.

 

Størri enn væntað

Bæði í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík og á Tvøroyri hevur vallutøkan verið meira ella væl meira enn 70 prosent. 

Hetta var ikki væntað til hetta fólkatingsvalið, sigur samfelagsfrøðingur Annika Soll.

Sambært henni er hetta ein greið ábending um, at føroyingar, sum plaga at vera raskir at velja, eru í sonnum valhýri. 

 

Føroyingar í valhýri

Tað hevur ikki verið roynt áður, at tað er so stutt ímillum eitt fólkatigsval og eitt løgtingsval.

Og sambært Anniku Soll hevði mann væntað, at hetta fór at merkjast við eini minni vallutøku til fólkatingsvalið.

- Tað hevur ikki verið ført nógv valstríð, og við tveimum valum lið um lið, kundi mann hugsað sær, at løgtingsvalið fór við uppmerkseminum hjá føroyingunum, sigur Annika Soll.

 

Vænta meira av løgtingsvalinum

So hevur kortini ikki verið - í øllum førum um mann hyggur at nøkrum av teimum størri støðunum. Har kemur vallutøkan næstan upp á tey 80 prosentini í onkrum føri.

Hóast ein vallutøka, sum fer upp um 70 prosent, verður mett sum góð til eitt fólkatingsval, væntar mann nakað meira til eitt løgtingsval.

- Um mann tosar um góða vallutøku til eitt løgtingsval, skulu vit upp um tey 80 prosentstigini, sigur Annika Soll.

 

Havn, Hoyvík, Klaksvík og Tvøroyri

Í Tórshavn var vallutøkan 71,4 prosent, sum er 0,8 prosent størri enn seinast.

Í Hoyvík hevur fólkatingsval ikki verið hildið fyrr, og í nýggja valstaðnum var vallutøkan 77,7 prosent. 

Í Klaksvík var hon 75,4 prosent, og á Tvøroyri komu tey heilt upp á 79,8 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345