Hava valt Stiftsstjórn og Próstadømisráð

Hava valt Stiftsstjórn og Próstadømisráð
Talt verður upp seinnapartin
Føroya Stiftsstjórn hevur tríggjar limir. Har sita bispur, ein embætismaður sum landsstýrisfólkið velur, og ein limur sum kirkjuráðslimirnir velja.
 
25.03.2026 - 14:57

Í gjár var fólkatingsval, og í morgin verður løgtingsval.

Men í dag er eisini valdagur - í fólkakirkjuni.

Føroya stiftsstjórn og Próstadømisráðið skulu mannast, og uppteljingin verður seinnapartin.

Fólkakirkjan hevur formliga viðurkenning frá myndugleikunum. Hon er almennur stovnur, skipað við lóg, verður fíggjað av kirkjuskatti, sum skattamyndugleikarnir krevja inn, og hon fær stuðul á fíggjarlógini.

 

76 prosent limir í fólkakirkjuni

1. januar í fjør vóru 76,1 prosent av Føroya fólki limir í fólkakirkjuni.

Føroyar eru skipaðar í 62 kirkjusóknir, sum hvør hevur eitt kirkjuráð. Sóknirnar eru skipaðar í 16 prestagjøld. Prestagjøldini eru skipað í eitt próstadømi við próstadømisráði. Og tað er so aftur skipað í eitt biskupsdømi við stiftsstjórn.

Tað, sum verður mannað í dag, eru Føroya stiftsstjórn og Próstadømisráðið. 

Føroya Stiftsstjórn hevur tríggjar limir. Har sita bispur, ein embætismaður sum landsstýrisfólkið velur, og ein limur sum kirkjuráðslimirnir velja. Trý valevni stilla upp til tann eina sessin.

Stiftsstjórnin umsitur m.a. kirkjugrunnin, og tekur sær av lønum til prestar og viðlíkahaldi av prestagørðum og bispagarðinum.

 

Sjey valevni til Próstadømisráðið

Í Próstadømisráðnum sita próstur og fýra valdir limir. 7 valevni stilla upp til teir fýra sessirnar. Tey, sum hava valrætt, eru valdu kirkjuráðslimirnir og sóknarprestarnir.

Próstadømisráðið hevur m.a. eftirlit við fíggjarætlanum hjá kirkjuráðunum og skal geva ummæli í samband við útvegan og avhending av fastari ogn, og um bygging, niðurtøku og umvæling av bygninum.

Valið hevur verið frá 4. mars til í dag.

Atkvøðuseðlarnir skuldu vera valstýrinum í hendi í dag kl. 13, og atkvøðurnar verða taldar upp seinnapartin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890