Stóru bankarnir hava aðalfund

Stóru bankarnir hava aðalfund
Aðalfundurin hjá Betri verður 10. apríl, og Føroya banki hevur aðalfund í morgin
Føroya banki hevur aðalfund í morgin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.03.2026 - 08:39

Betri banki hevur nú eisini boðað frá, nær ársaðalfundurin í 2026 verður.

Hann verður fyrrapartin fríggjadagin 10. apríl.

Nevndin í bankanum mælir til, at bankin letur 50 milliónir krónur í vinningsbýti til eigaran.

Betri banki er dótturfelag hjá Betri. Og Betri-samtakið er felag, sum viðskiftafólkini eiga.

Aðalfundurin hjá Føroya banka er í morgin kl.17.

Nevndin hevur uppskot um, at vinningsbýtið verður 202 mió. kr.

 


Betri banki hevur aðalfund 10. apríl.

 

Norðoya sparikassi hevur havt aðalfund

Árligi umboðsráðsfundurin hjá Norðoya sparikassa hevur verið.

Har var samtykt at geva ábyrgdarpeninginum fimm prosent í rentu fyri 2025.

Frimodt Rasmussen og Hans Arni Bjarnason Thomsen blivu afturvaldir í nevndina.

Símun Absalonsen er formaður og Rúni Heinesen næstformaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846