Fyrsta løgtingsvalið í Hoyvíkshøllini

bannari
Fyrsta løgtingsvalið í Hoyvíkshøllini
3.430 fólk hava valrætt í Hoyvík dag, og valluttøkan á middegi var góð 14 prosent
Eyðfríð L. Jacobsen er forkvinna í valstýrinum í Hoyvíkshøllini.
 
26.03.2026 - 13:17

Líkt er til, at valluttøkan á løgtingsvalinum í dag verður góð.

 


Á vali í Klaksvík. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Klokkan 11 høvdu 323 fólk valt í ítróttarhøllini í Klaksvík, sum eru 8,3 prosent av teimum, ið hava valrætt í dag. Seinasta løgtingsval høvdu 227 fólk verið á vali í Klaksvík somu tíð.

 


Bent Johnny millum Garðarnar.

 

Hoyr samrøðu, sum Birita Matras Petersen gjørdi við Bent Johnny millum Garðarnar, útróðrarmann, sum fer at velja seinnapartin: 

 

26032026_Ben_Johnny_

 

Hoyvíkshøllin er nýtt valstað í Tórshavnar kommunu, og hetta er fyrsta løgtingsvalið í Hoyvíkshøllini.

Á middegi høvdu 14,3 prosent av teimum, sum hava valrætt, verið á vali í Hoyvíkshøllini, og tað er meira enn á fólkatingsvalinum týsdagin.

Sí samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Eyðfríð Lisberg Jacobsen, forkvinnu í valstýrinum:

 

20260326_LV26_HOYVIK

 

Í Mykinesi høvdu longu 85 prosent av øllum teimum, sum hava valrætt í oynni, verið á vali a middegi.

 


Jákup í Løðu.

 

Katrin Johannessen hitti valstýrisformannin, Jákup í Løðu, í útvarpstíðindunum: 

 

26032026_Jakup_i_Lodu

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190