Í dag slappa tey av

Í dag slappa tey av
Tey hava bæði stillað upp til nógv val eftir hondini, men hesa ferð kunnu tey taka sær av løttum og njóta valdagin
 
26.03.2026 - 14:03

Hýrurin var góður, og eingin strongd var at hóma hjá Annitu á Fríðriksmørk og Kaj Leo Holm Johannesen, tá morgunsendingin hitti tey heima hjá Kaj Leo, hetta hóast minni enn eitt samdøgur var, til valhølini lótu upp.

Orsøkin var heilt einfalt hon, at hvørgin teirra stillar upp til hetta løgtingsvalið, og tað gevur eitt frælsi, halda tey bæði tvey.

- Eg eri faktiskt púra avbalanseraður, tá eg hyggi at hesum valplakatunum, og tað er fantastiskt, at mær ikki nýtist at hava eina meining, sigur Kaj Leo, og Annita er púra samd.

- Stresshormonini hava tað nógv betri í ár, enn tey hava havt tað í undanfarnum valum, tá eg sjálv havi verið uppstillað, sigur hon.

Hoyr tey minnast aftur á valstríð og valdagar, og ikki minst hava tey góð ráð til teirra, sum um stutta tíð skulu traðka inn um tinggáttina fyri fyrstu ferð.

1803324

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655