Oljan er álitið í orkunýtsluni

Oljan er álitið í orkunýtsluni
Í fjør stóð oljan fyri 88,2 prosentum av orkunýtsluni, og níggju til tíggju prosent komu frá varandi orkukeldum
Umleið 90 prosent av orkunýtsluni í fjør stavaði frá olju.
 
26.03.2026 - 09:07

Orkunýtslan í Føroyum byggir fyri tað mesta á olju.

Í 2025 stóð oljan fyri 88,2 prosentum av orkunýtsluni, skrivar Umhvørvisstovan.

Orkunýtslan í fjør var 4.000 gigawatttímar, nakað tað sama sum í 2024.

Níggju til tíggju prosent komu frá varandi orkukeldum, vatni, vindi, biogassi og sól.

Skip brúka mesta orku, 43,8 prosent.

 


Ferðslan á landi brúkar framvegis mest olju. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

3.000 elbilar

Ferðslan á landi brúkar framvegis mest olju.

Men nú eru 3.000 elbilar.

Oljunýtslan til upphiting er seinastu 15-20 árini minkað úr 50.000 tonsum niður í 33.000 tons, 34 prosent, hóast fólkatalið er vaksið 20 prosent somu ár.

Elframleiðslan var 506 gigawatttímar í 2025. 

Grøni parturin minkaði úr 53 prosentum niður í 51 prosent, millum annað tí ongar nýggjar vindmyllur komu.

Hitapumpur lótu 126 gigawatttímar til upphiting í fjør, skrivar Umhvørvisstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846