SÍ vann eisini meistaraheitið hjá monnum

SÍ vann eisini meistaraheitið hjá monnum
Ímillum valini mikukvøldið tryggjaðu menninir hjá SÍ sær meistaraheitið í bestu mansdeildini í flogbólti. Sørvingar vunnu 3-2 á Mjølni í Klaksvík
SÍ er føroyameistari í bestu mansdeildini fyri sjeyndu ferð
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
27.03.2026 - 09:32

SÍ breyt mikukvøldið millum valini sjey ára sigursrøðina hjá Mjølni við at vinna 3-2 í aðru FM-finaluni, sum varð spæld í Klaksvík.

Sørvingar vunnu eisini fyrstu finaluna á klaksvíkingum, og tryggjaðu sær sostatt føroyameistaraheitið.

Mjølnir vann annars fyrsta settið greitt 25-18, men SÍ vendi dystinum við tveimum settum á rað; 25-18 og heili 25-14. Heimaliðið treiskaðist kortini og fekk javnað til 2-2 við 25-19 sigri í fjórða settu, og so skuldi javnbrótari til.

Eins og í fyrru finaluni á Giljanesi, høvdu sørvingar hepni, tá á stóð, og vunnu heili 15-7.

Hetta var fyrsta føroyameistaraheitið hjá SÍ síðan 2017 og tað sjeynda í røðini síðan hitt fyrsta hjá sørvágsmonnum í 2005. Eftir sjey ár á trónuni, má staðfestast, at Mjølnir ikki átti nóg mikið í ár.

Kappingarárið er kortini ikki liðugt. Steypakappingin skal spælast, og ivaleyst er síðsta orðið ikki sagt millum mansliðini hjá SÍ og Mjølni enn.

 

Badmintonhøllin í Klaksvík (Polestar-deildin, 2. FM-finalan)

Mjølnir – SÍ, 2-3 (25-18, 18-25, 14-25, 25-19, 7-15)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961