Fýra vikur í varðhaldi fyri grovan harðskap

Fýra vikur í varðhaldi fyri grovan harðskap
Ein maður er skuldsettur fyri at kasta steinar eftir einum øðrum manni og raka hann í høvdið
Tann varðhaldsfongslaði hevur meldað mannin, sum hann er skuldsettur fyri at steina.
 
30.03.2026 - 08:23

Ein maður var í grundlógaravhoyring í gjár.

Hann er skuldsettur fyri grovan harðskap, og fekk fýra vikur í varðhaldinum.

Maðurin er skuldsettur fyri at kasta steinar eftir einum øðrum manni og raka hann í høvdið.

Hetta var í einum bardaga í einum sethúsum.  

Tann varðhaldsfongslaði hevur meldað mannin, sum hann er skuldsettur fyri at steina.

Politiið kannar nú, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í hesum máli.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129