Hava ikki fingið bilbugt við laksasjúkuni

Hava ikki fingið bilbugt við laksasjúkuni
Støðan hjá Bakkafrosti á Lambavík er nógv batnað, men bakterian er framvegis
Sjúkan pasteurella skyensis rakti eisini alibrúkið hjá Bakkafrosti á Lambavík í heyst.
 
31.03.2026 - 11:30

Bakkafrost hevur ikki enn fingið billbugt við sjúkuni pasteurella skyensis, sum í fjør summar kostaði fyritøkuni nógvar pengar í Skotlandi, og sum seinasta heyst var staðfest í alibrúkinum á Lambavík.

Marner Nolsøe, djóralækni hjá Bakkafrosti, sigur, at tá sjúkan var staðfest á Lambavík síðst í oktober, vóru nógvir tilburðir av sjúkum fiski. Nú er støðan batnað, og fellið er lítið, men bakterian er framvegis í økinum.

Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti, sum var gestur í sjónvarpsstovuni:
 

 

LAMBAVIK_BAKKAFROST

 

 

Tað kostaði Bakkafrosti millum fýra og fimm milliardir krónur, tá samtakið fyri góðum seks árum síðan keypti Scottish Salmon Company., Fyritøkan var ein av teimum stóru alifyritøkunum í Skotlandi. Peningin fekk samtakið frá íleggjarum við at tekna nýggjan partapening. T

Hóast nevnd og leiðsla í Bakkafrosti vistu, at tað fór at taka nøkur ár at venda gongdini í Scottish Salmon Company, so hevur tað kortini tikið drúgvari tíð enn ætlað:

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31032026_Bakkafros_tog_Skotland

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290