Samgongan er opin fyri at stytta arbeiðsvikuna

Samgongan er opin fyri at stytta arbeiðsvikuna
Samstarvið við arbeiðsgevarar og fakfeløg skal styrkjast, stendur í samgonguskjalinum
Samgonguflokkarnir siga, at hon ætlar at skipa og styrkja samstarvið millum arbeiðsgevarar, fakfeløg og myndugleikar í sonevndum trípartasamstarvi.
Mynd: Hagstovan  
 
09.04.2026 - 15:09

Nýggja landsstýrissamgongan er opin fyri møguleikanum at stytta arbeiðsvikuna.

Tað stendur í samgonguskjalinum, sum var kunngjørt fyrrapartin.

Sagt verður: Í samráðingum við fakfeløg eiga vit at verða opin fyri møguleikanum at stytta arbeiðsvikuna.

Samgonguflokkarnir siga, at hon ætlar at skipa og styrkja samstarvið millum arbeiðsgevarar, fakfeløg og myndugleikar í sonevndum trípartasamstarvi.

 

Miða eftir at samráðast í krónum

Til tess at tryggja, at lønargjógvin ikki veksur, skal miðast eftir at samráðast í krónum heldur enn í prosentum, verður sagt.

Samgongan sigur seg vilja virka fyri, at fleiri velja størv í umsorganar- og røktarøkinum, og almenni arbeiðsmarknaðurin eigur at verða smidligur. Fólk skulu í størri mun hava møguleika at fara upp ella niður í arbeiðstíð.

Eisini sigur samgongan seg vilja lata skattafrádrátt ella endurgjald við hámarki fyri limaskap í fakfelagi. 

 

Meira úr Barsilsskipanini og barnakekkur

Barsilsskipanin skal vera smidligari, so foreldur sjálvi kunnu leggja til rættis, sigur samgongan.

Hámarkið í barsilsskipanini eigur støðugt at hækka upp í 60.000 kr., og foreldur eiga ikki at fara niður í løn, tá ið tey fara í barnsburðarfarloyvi.

Samgongan sigur seg eisini vilja lata skattafrían barnakekk upp á 20.000 kr. úr Barsilsskipanini, tá ið barn kemur í verðina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040