Steypafinalistarnir í flogbólti funnir

Steypafinalistarnir í flogbólti funnir
TB og Mjølnir hittast í steypafinaluni hjá kvinnum, meðan SÍ og ÍF bresta saman hjá monnum næsta vikuskiftið við Tjarnir
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
18.04.2026 - 21:09

Allir fýra steypafinalistarnir í flogbólti vórðu funnir í Kollafirði í dag.

Hjá kvinnum vann TB 3-2 í Fleyr í dagsins fyrsta dysti. Fleyr vann fyrsta og triðja sett, men tær av Tvøroyri treiskaðust og vunnu tvey tey seinastu. Javnbrótarin endaði 15-11.

Mótstøðuliðið í finaluni verður Mjølnir, sum vann sannførandi 3-0 á føroyameistarunum úr SÍ. Munurin í settunum lá millum seks og trý stig, men klaksvíkingar vóru omaná hvørja ferð.

 

ÍF loypti hvøkk á klaksvíkingar

Hjá monnum verður SÍ ikki óvæntað annað finaluliðið. Meiri óvæntað var tað, at Fleyr vann tvey tey fyrstu settini. Sørvingar, sum tryggjaðu sær meistaraheitið í finalurøð ímóti Mjølni fyri kortum, fótaðu sær kortini aftur, javnaðu til 2-2 og vunnu síðan javnbrótaran 15-6.

Í seinnu hálvfinaluni leygardagin loypti ÍF hvøkk á. Fuglfirðingar vunnu nevniliga 3-1 á Mjølni, og skulu sostatt hitta SÍ í finaluni við Tjarnir. Mjølnir togaði annað sett heim 26-24, men hini vann ÍF sannførandi 25-17 og tvær ferðir 25-19.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221