Vápnahvíldin longd í óásetta tíð

Vápnahvíldin longd í óásetta tíð
Amerikanski forsetin sigur tó, at hildið verður fram við stongslinum av iranskum havnum
Donald Trump, forseti, hevur longt vápnahvíldina við Iran í óásetta tíð. Hon skuldi annars fara úr gildi í dag.
Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.04.2026 - 07:58

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann ætlar at leingja vápnahvíldina við Iran í óásetta tíð, fyri at gera tað møguligt at fáa glið á friðarsamráðingarnar.

Hetta, hóast tað tíðliga í morgun ikki var greitt, um Iran og Ísrael vildu góðtaka hetta.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan í morgun.

Í einari fráboðan á sosialum miðlum, segði amerikanski forsetin, at USA hevði góðtikið eina umbøn frá pakistanskum semingsmonnum, um at "útseta amerikonsku álopini á Iran, til leiðararnir og umboð kunnu leggja fram eitt samlað uppskot um frið - og kjakið upp á ein ella annan máta er liðugt."

Pakistanskir leiðarar hava staðið fyri samráðingunum fyri at fáa ein enda á krígnum, sum hevur dripið í túsundtals fólk,  og sum hevur skeiklað heimsbúskapin.

 

Stongsilin heldur fram

Men tá hann boðaði frá, at hann einsamallur hevði gjørt av at leingja vápnahvíldaravtaluna, segði Donald Trump, at amerikanski flotin fer at halda fast við stongsilin av iranskum havnum. Og tað kann gerast ein avbjóðing í samráðingunum, tí júst tað tekur iranska leiðslan sum eina krígsatgerð, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Iranskir myndugleikar hava ikki enn sagt nakað alment um fráboðanina hjá Donald Trump. Onkur tekin vóru tó um, at móttøkan í Iran var meira so sum so.

Tasnim-tíðindastovan, sum er knýtt at islamiska uppreistrarherinum, segði, at Iran hevði ikki biðið um, at vápnahvíldin skuldi leingjast. Hann hevur eisini hótt við at bróta amerikanska havnastongsilin við hermegi.

Og leiðarin fyri iransku samráðingarnevndini, Mohammand Baqer Qalibaf, segði, at fráoðanin frá Trump hevði lítið uppá seg, og kundi hetta kundi vera ein roynd frá amerikanska forsetanum at snýta iranar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290