Fyrsta lógaruppskotið kemur í dag

Fyrsta lógaruppskotið kemur í dag
Í dag kemur landsstýrið væntandi í løgtingið við uppskoti sínum um at strika meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli
Tey, sum brúka bensin og diesel, fáa hjálp frá landsstýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.04.2026 - 07:10


Í dag kemur landsstýrið væntandi í løgtingið við uppskoti sínum um at strika meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli.

Uppskotið skal fara úr gildi aftur 31. juli.

Tað fer at kosta landskassanum okkurt um 20 mió. kr., sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Tingfundurin í dag er klokkan eitt.

Bara framløga er á skránni.

Fyrsta viðgerð um bensin, diesel og meirviðisgjald verður, um uppskotið kemur í dag, týsdagin.

Fimm tingfundir eru fráboðaðir í mai. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609