Enn er óvist hvat hendir við vindmyllunum í Húsahaga

Enn er óvist hvat hendir við vindmyllunum í Húsahaga
Vindfelagið í Húsahaga ætlar at seta fýra nýggjar og størri vindmyllur upp ístaðin fyri tær 13, sum einki framleiða
 
27.04.2026 - 18:28

Vindmyllurnar í Húsahaga standa stillar, og enn er óvist, hvat skal henda við teimum. 

Ein møguleiki er at taka tær 13 gomlu myllurnar niður og seta fýra nýggjar og størri myllur upp í staðin, sigur Bogi Bech Jensen, nevndarformaður í Vindfelagnum í Húsahaga.

Tað fer, sambært felagnum, at kosta umleið 130 milliónir krónur.

Í ársroknskapinum fyri í fjør stendur, at óvissa er um framhaldandi rakstur. Eginpeningurin er negativur við 29,4 milliónum krónum, og lániskuldin hjá felagnum er 30,7 milliónir krónur.

SEV hevur játtað at veita neyðuga gjaldføri í ár, meðan arbeitt verður við eini varandi loysn, sum væntast í 2026.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

Vindmyllur_Husahaga

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891