
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Í kvøld og í annaðkvøld vera fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. KÍ, NSÍ og Víkingur eru favorittar at vinna seg víðari, meðan tað í Gundadali er grannauppgerð millum HB og B36.
Víkingur – FC Hoyvík
Mikukvøldið klokkan 18.30
Dómari: Rúni Gaardbo
Størsti favoritturin í fjóðingsfinalunum er Víkingur. Eitt er sterka steyasiðvenjan í felagnum, men tað er ikki sannlíkt, at tað verður brúk fyri hægri maktum í kvøld, tá FC Hoyvík kemur á vitjan. Víkingur hevur tó bara vunnið tveir av teimum fyrstu sjey dystunum í Meistaradeildini. Ein avbjóðing hevur verið at skjóta mál, men lopið niður til FC Hoyvík er stórt.
Arnbjørn Svensson er nýggjur stýrimaður í verjuni hjá Víkingi
Gestirnir úr Hoyvík spæla í næstbestu deildini og taptu um vikuskiftið heili 4-0 móti næstbesta liðnum hjá HB. Størsta løtan í hesum kappingarárinum hjá Zoran Vujovic og hansara monnum var sigurin á TB í 1. umfarinum í steypakappingini. Tað skuldi longd leiktíð til.
Til dystin í kvøld er vert at halda eyga við onkrum av teimum ungu spælarunum hjá Víkingi. 19 ára gamli Jósef Ólavsson Gleðisheygg hevur tikið øll á, nú hann hevur yvirtikið plássið á høgra bakki. Aðrir ungir spælarar, sum hava fingið minuttir í ár eru Kristian Jacobsen, Jens Eiler Samsson og Jákup Martin Jarnskor. Eisini hevur Fríði Gertsson Jarnskor verið í hópinum.
Steypahetjan hjá FC Hoyvík oti TB var Ingolf Aron Erlandsson Tvørfoss. Tað liggur í navninum, at hann er sonur fyrrverandi GÍ-spælaran Erland Tvørfoss, og hevur sín fótbóltsuppruna í Sarpugerði.
B68 – KÍ
Mikukvøldið klokkan 18.30
Dómari: Høgni Madsen
KÍ vann í fjør Løgmanssteypið og er millum favorittarnar at vinna tað aftur í ár. Í fyrsta umfari vann KÍ ein lættan 6-0 sigur á ÍF. KÍ er greiður favorittur at vinna á Toftum í kvøld, eftir at liðið setti HB upp á pláss sunnudagin í Gundadali.
Skøvan í lakkinum hjá norðoyingum eru skaðarnir. Í vikuni skrivaði Norðlýsið, at Sebastian Linnet John, sum hevur verið fyrstaval í málinum í ár, hevur slitið hælsinuna. Fyrr í ár sleit Patrik Johannesen eisini hælsinuna. Teir spæla ikki aftur í ár. Eisini er René Shaki Joensen langtíðarskaddur.
Hartil hava Páll A. Klettskarð, Odmar Færø, Hallur Hansson og Oussama Ali allir havt ávísar skaðar at dragast við. Tí er ikki óhugsandi, at tað verður eitt broytt KÍ-lið ein part av dystinum í kvøld. Hjá B68 er Issah Latif leikbannaður.
HB – B36
Mikukvøldið klokkan 18.30
Dómari: Dagfinn Forná
Bæði HB og B36 hava boðað frá, at tey grilla pylsur til steypadystin í kvøld. Tey eru eisini samd um, at árskortini til landskappingina eisini eru galdandi til dystin í kvøld, nú feløgini deila atgongumerkjasøluna. HB og B36 kunnu eisini lokka við undirhaldi. Dystirnir enda vanliga 2-2 og tað er sjáldan óáhugavert.
Tað er nógv størri trýst á André Olsen og HB, enn tað er á Jákupi Martin Joensen og B36. Stígur er komin í góðu gongdina hjá unga toftamanninum í HB, men hann veit hvat hann hevur meldað seg til, tá hann tók við sum venjari hjá HB. Úrslit er eitt krav og tað verður tað eisini í kvøld.
Heini F. Sørensen var ikki tøkur sunnudagin, men verður møguliga við í kvøld
Hetta er kanska størsta royndin hjá André Olsen. Hann hevur nú verið við til at keypa fleiri nýggjar spælarar, men onkur teirra hevur ikki sligið til enn. Hann valdi eisini at seta liðið øðrvísi til dystin móti KÍ sunnudagin, men tað miseydnaðist.
Eftir ein aldurdal í nøkur ár, sær B36 út til at hava funnið stevið í ár. Liðið er á triðja plássi saman við KÍ. Tað eru bara tvey stig upp til oddasessin. Spælið hevur verið á eini góðari leið og lyklaspælarar sum Heini Vatnsdal, Bogi Reinert-Petersen og Torgeir Børven hava gjørt mun.
07 Vestur – NSÍ
Hóskvøldið klokkan 18.30
Dómari: Rani A. Skaalum
Við Løkin spæla tey góðan fótbólt, men vinna sjáldan steyp. Tað er galdandi fyri NSÍ seinastu árini. NSÍ er oddalið í landskappingini og liðið telur landsliðsprofilar sum Brand Hendriksson, Petur Knudsen og nú Viljorm Davidsen. Steypakappingin kann verða ein funnin frensur hjá NSÍ, at vinna eitt steyp.
Fyri eini viku síðan hevði metingin verið, at NSÍ vinnur greitt. Men sunnudagin misti NSÍ á fyrsta sinni í ár stig til eitt av liðunum í botn fimm. Í granauppgerðini á Skála vísti NSÍ veikleikar og lat trý mál inn.
Hinvegin vann 07 Vestur 2-0 á Streymnesi móti EB/Streymi. Hetta kann vísa seg at verða ein týðandi sigur í niðurflytingarstríðnum, men eisini ein sigur, ið kann geva teimum á Dungasandi eitt sindur av sjálvsáliti til dystin hóskvøldið.
Eftir dystin á Dungasandi verður lutakast til hálvfinalurnar.