Løgmanssteypið: HB og André vunnu sannførandi

Løgmanssteypið: HB og André vunnu sannførandi
HB, KÍ og Víkingur eru víðari til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Størsti spenningurin var í Gundadali, har HB vann 3-1 á B36
 
30.04.2026 - 11:58

Í gjár vóru tríggjar av fýra fjórðingsfinalum í kappingini um Løgmanssteypið. HB vann 3-1 á B36, KÍ vann 3-0 á Toftum móti B68 og Víkingur vann 5-0 á FC Hoyvík í Sarpugerði. Fjórða og seinasta fjórðingsfinalan verður í kvøld millum 07 Vestur og NSÍ.

HB – B36 3-1 (2-0)

1-0 Mathias Voss, 32

2-0 Storm Pettersen, 45

3-0 Ejvind R. Mouritsen, 76

3-1 Tobias Hansen, 90+4

 

HB svaraði aftur

Tað var stórt trýst á HB undan grannauppgerðini móti B36 í gjár. Liðið tapti greitt fyri KÍ í landskappingini og tað er langt upp til fremstu plássini. Tí var tað av stórum týdningi fyri HB og André Olsen at vinna dystin. Hóast tað var minni munurin í spæli og málmøguleikum, vann HB ein tryggan 3-1 sigur. Mathias Voss legði HB á odda eftir 32. minuttir. Málmøguleikin var ikki ein av teimum heilt stóru, men skotið rakti í verjuspælaran hjá B36 og snýtti Silas Eyðsteinsson í málinum hjá B36.

 

Beint fyri hálvleik fór sami Silas Eyðsteinsson út eftir einum bólti, sum hann ikki rakk. Bólturin endaði fyri føturnar á norska áleyparanum hjá HB, Storm Bugge Pettersen. Hann gjørdi skjótt av og sendi bóltin beint í málið. 2-0. Í seinna hálvleiki royndi B36 at koma aftur í dystin, men tað bleiv ongantíð vandamikið frammanfyri málinum hjá HB. Heldur var tað HB, sum setti punktum eitt korter fyri tíð. Ejvind R. Mouritsen sendi eitt innlegg frá Dan í Soylu hegnisliga í málið.

 

Stór frøi í HB-húsinum og ikki minst á bonkinum hjá HB. Við sigrinum er trýstið á André Olsen minkað nógv.

 

André Olsen, venjari hjá HB

 

B68 – KÍ 0-3 (0-2)

0-1 Páll A. Klettskarð, 27

0-2 Árni Frederiksberg, 42

0-3 Páll A. Klettskarð, 64

 

Profilarnir avgjørdu

Tað vóru profilarnir, sum sendu KÍ í hálvfinaluna. Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg skoraðu málini. Longu í hálvleikinum var greitt, at KÍ helst fór at verða í pottinum til lutakastið í kvøld. Magnus Powell, venjari hjá KÍ, blandaði kortini til dystin á Toftum. Mark F. Jensen, Gilli Rólantsson, Daniel Johansen, Jonn Johannesen og Hampus Näsström vóru allir nýggir frá byrjan í mun til landskappingardystin móti HB sunnudagin.

 

Jonn Johannesen átti lut í fyrsta málinum, sum Páll A. Klettskarð skoraði. Fyri hálvleik skoraði Árni Frederiksberg beinleiðis upp á fríspark. Páll A. Klettskarð setti punktum við góðum skoti, sum rakti yvirleggjaran og fór í mál. KÍ tykist hava fótað sær eftir javnleikin á Argjum. Fyri B68 merkir hetta, at liðið nú kann hugsavna seg um landskappingina.

 

Víkingur – FC Hoyvík 5-0 (1-0)

1-0 Jákup Johansen, 15

2-0 Sølvi Vatnhamar, 59 br

3-0 Jákup Johansen, 66

4-0 Mikkel Hyllegaard, 72

5-0 Mikkel Hyllegaard, 87

Víkingur vann ein lættan 5-0 sigur á FC Hoyvík. Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, hevði eisini blandað kortini. Nýggir frá byrjan vóru Dávid á Líðarenda, Jens Eiler Samsson, Filip Djordjevic og Kaj Leo í Bartalsstovu. Hetta er fyrsti dysturi hjá Dávidi á Líðarenda.

 

Tað tók eina løtu, at fáa um báðar endarnar á dystinum. Jákup Johansen stútaði Víkingi á odda í fyrra hálvleiki, men tað er ikki fyrr enn í fyrru hálvu av seinna hálvleiki, at Víkingur tryggjar sigurin. Fyrst Sølvi Vatnhamar við einum heldur bíligum brotssparki, og síðani aftur Jákup Johansen.

 

Ein nýggjur maður í Sarpugerði í ár er danski Mikkel Hyllegaard. Hann hevur ikki vunnið seg fram við góðum spæli, men skjóti vongurin setti punktum við málum til 4-0 og 5-0. í seinna hálvleiki kom Fríði Gertsson Jarnskor á vøllin til sínar fyrstu minuttir á besta liðnum.

 

Í kvøld klokkan 18.30 verður fjórða fjórðingsfinalan. Hon er millum 07 Vestur og NSÍ. Eftir dystin verður lutakastið til hálvfinalurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770