Ongin trupulleiki at lata stuðul til gassolju

Ongin trupulleiki at lata stuðul til gassolju
Stjórin í Sp/F Thomsen skilir ikki uppáhaldið hjá landsstýrsmanninum í fíggjarmálum, at tað skal vera so trupult at stuðla húsarhaldini við at taka mvg av gassoljuni
Savnsmynd
 
03.05.2026 - 18:34

Tað hevði rakt sosialt rættari at hjálpt húskjum við oljurokningini heldur enn bileigarunum - ella gjørt bæði - heldur Tórhallur Thomsen, stjóri í oljufelagnum Sp/F Thomsen. Hann skilir ikki, at tað skal vera truplari at veita stuðul við at frítaka gassolju fyri mvg enn við at frítaka bensin og diesel fyri mvg,

Aksel V. Johannesen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta mvg-lógina soleiðis, at bensin og diesel sleppa undan mvg fram til og við 31. juli, tí oljuprísurin er hækkaður so nógv orsakað av ófriðinum í Miðeystri.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður millum annað sagt, at tað er skilabest at lata stuðul við at frítaka bensin og diesel fyri mvg heldur enn gassoljuna, sum verður brúkt í oljufýringunum, tí ongin vissa er fyri, at fólk fara at hava tørv á at fylla oljutangan hetta til 31. juli, og víst verður eisini á, at stórur partur av húsarhaldunum, sum brúka gassolju, hava hitakonto, har mánaðrliga gjaldið bara verður stillað eina ella tvær ferðir um árið. Nøkulunda somu grundgevingar bar landsstýrismaðurin fram í Løgtinginum, tá uppskotið var til fyrstuviðgerð hósdagin 28. apríl.

Tað stendur eisini í viðmerkingunum til uppskotið, at tað er gjørt í samráði við TAKS og oljufeløgini, sum selja bensin og diesel - tað eru Effo og Magn. Sp/F Thomsen hevur tó ikki havt tað til hoyringar, sigur Tórhallur Thomsen, stjóri, og hann er heldur ikki boðsendur av fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum fer at viðgera uppskotið í morgin, mánadagin 4. mai..

Hann heldur tó, at tað ber væl til at finna eins góðar loysnir fyri mvg-frítøku av gassoljuni og av bensini og diesel.

 

 

 

1810469

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849