Bensin og diesel í fíggjarnevndini

Bensin og diesel í fíggjarnevndini
Nevndin viðger í dag uppskotið hjá landsstýrinum um at strika mvg á bensini og dieseli
Landsstýrið hevur skotið upp at strika meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli til 1. august.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.05.2026 - 08:48

Nú fyrrapartin fer fíggjanevndin á fund at viðgera uppskotið um at strika meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli.

Sjey innkallingar eru.

Føroya Nattúru- og umhvørvisfelag, Felagið fyri súkklarar og aðra ábæra ferðslu, Havnar arbeiðarafelag, Landsfelag pensjonista, Bilasølufelagið, Magn og Effo og Búskaparráðið hava fingið fundarboð.

Felagið fyri súkklarar og aðra ábæra ferðslu hevur longu sent fíggjarnevndini hoyringarskriv.

Felagið mælir til at frítaka elsúkklur fyri meirvirðisgjald í ávíst tíðarskeið.

Fíggjarnevndin fer eisini at viðgera uppskotið um at útvega nýggjan bygning til sjúklingahotellið í Keypmannahavn.

Landsstýirskvinnan í heilsu- og orkumálum saman við Sjúkrahúsverkinum hevur fingið fundarboð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040