Mark Rutte: Evropa hevur lurtað

Mark Rutte: Evropa hevur lurtað
Hóast Trump sigur seg vera vónbrotnan um vantandi stuðul í sambandi við Iran-kríggið, sigur Nato-aðalskrivarin, at fleiri Nato-lond veita ymiskan stuðul
Mark Rutte, Nato-aðalskrivari.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.05.2026 - 14:11

Aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, sigur, at Evropa hevur lurtað, nú amerikanski forsetin, Donald Trump, var vónbrotin um vantandi stuðulin í sambandi við kríggið móti Iran.

- Vit hava fingið boðini, segði Rutte.

Trump hevur ákært NATO-londini fyri ikki at gera nóg mikið fyri at stuðla amerikanska krígnum móti Iran. 

Dýra biðidag boðaði Trump eisini frá, at hann ætlar at taka 5.000 hermenn úr Týsklandi.

 

Hava lurtað

- Jú, amerikanararnir hava verið vónbrotnir, men Evropa hevur lurtað, segði Rutte við fjølmiðlar í dag í sambandi við vitjan sína í Armenia.

Hann vísir á, at níggju NATO-lond, teirra millum Bretland, Frakland og Týskland, gera støðir og annan logistiskan stuðul tøkan - hóast Spania hevur sýtt fyri, at spanskt landaøki skal brúkast til Iran-kríggið. 

- Fleiri lond rigga eisini til minusóparar og aðra útgerð nærindis Persaflógvanum, fyri at vera tilbúgvin til næsta stig, segði Rutte.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328