Nýggj kunngerð um landbúnaðarstuðul

Nýggj kunngerð um landbúnaðarstuðul
Stuðul kann latast einstaklingum, virkjum og feløgum
Sambært uppskotinum er til dømis stuðulin til mjólk í fyrsta flokki í mesta lagi eina krónu og fimm oyru fyri liturin.
 
04.05.2026 - 07:53

Vinnumálaráðið hevur gjørt uppskot um kunngerð um landbúnaðarstuðul.

Stuðul kann latast einstaklingum, virkjum og feløgum.

Treytin er, at umsøkjarin er bókhaldsskyldugur, skrásettur at rinda meirvirðisgjald og hevur árligan umsetning oman fyri 50.000 kr. 

Sambært uppskotinum er til dømis stuðulin til mjólk í fyrsta flokki í mesta lagi eina krónu og fimm oyru fyri liturin.

Fyri seyðakjøt fæst í mesta lagi 20 kr. fyri kilo av feskum kjøti.

 

Kálvar, neytakjøt og flogfenaður

Annars verður stuðul latin til kálvar, neytakjøt, flogfenað, egg og avloysaraskipan hjá mjólkarbóndum

Stuðul verður eisini latin til grøði, so sum epli, røtur og kryddurtir.

Haraftrat koma hoyggj, føroysk ross, føroyskar gæs, føroyskar dunnur, seyðaskinn og ull.

Uppskotið er til hoyringar til 29. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424