Vakmyndatól tikin niður

Vakmyndatól tikin niður
Vakmyndatólini á búøkinum í Skúlaheiminum í Marknagili eru tikin niður
Nøkur vakmyndatól eru tikin niður aftur.
 
06.05.2026 - 07:21

Vakmyndatólini á búøkinum í Skúlaheiminum í Marknagili eru tikin niður.

Eftir eru átta vakmyndatól við inngongdirnar. 

Men tey vera ikki tendrað, fyrr enn Dátueftirlitið hevur avgreitt málið.

Fyrsti grein 52a spurningur í hesum valskeiðnum er svaraður.

Bárður av Lakjuni, landsstýrismaður, hevur svarað Bjørg Brynhildardóttur Egholm, løgtingskvinnu.

Hon spurdi um Skúlaheimið í Marknagili.

Bárður av Lakjuni svarar, at húsaleigan hækkar ikki, meðan framtíðin hjá Skúlaheiminum verður greinað.

Kanningar

Millum annað skal kannast, um brúk er fyri skúlaheimi.

Kannað verður tí, um skúlaheim ella onnur bústaðarloysn skal vera.

Og um Glasir so skal reka tað ella hana.

Bárður av Lakjuni sigur eisini, at eftir at samskiparin í Skúlaheiminum fór úr starvi 1. januar, komu avbjóðingar við kunning og samskifti millum tey, sum  búgva á Skúlaheiminum, og Glasi. 

Næmingarnir fingu í lag samstarvsnevnd.

Í henni eru fólk, sum búgva í Næmingaheiminum, næmingaráðið og leiðslan á Glasi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162