Gildistíðin á veiðiloyvum verður 10 ár

Gildistíðin á veiðiloyvum verður 10 ár
Løgtingið viðger í dag uppskot frá landsstýrinum um broytingar í sjófeingislógini
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.05.2026 - 10:16

Nú skal løgtingið taka støðu til, um gildistíðin á veiðiloyvunum í fiskivinnuni skal verða  10 ár.

Tað er partur av teimum broytingum í sjófeingislógini, sum eru lagdar fyri løgtingið. 

Uppskotið fær fyrstu viðgerð í dag.

Sjófeingislógin sigur, at landsstýrismaðurin á hvørjum ári leggur uppskot fyri løgtingið, um gildistíðin á rættindum skal leingjast eitt ár.

Tað er ikki gjørt síðstu árini. Og tí hava verandi veiðiloyvi og rættindi gildi til 1.januar 2034. Tað er um gott og væl sjey og eitt hálvt ár.

Í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin stendur, at "vit skulu hava eina loyvisskipan við 10 ára loyvum."

Og tað verður nú framt í verki. 

Í uppskotinum um broyting í sjófeingislógini, sum Bárður Nielsen, landsstýrismaður, hevur lagt fram, at frá 1.januar verður gildistíðin á loyvunum til 1.januar 2037. Tað vil siga 10 ár.

Tað verður tó framvegis soleiðis, at landsstýrisfólkið á hvørjum ári skal leggja uppskot fyri løgtingið um at leingja gildistíðina á loyvunum eitt ár.

 

Nýggjur politiskur veruleiki

Tað er ein nýggjur politiskur veruleiki, at breið semja er um, at gildistíðin á veiðiloyvunum í fiskivinnuni skal vera 10 ár.

So seint sum í november í fjør varð lógaruppskot um at broyta sjófeingislógina sent til hoyringar. Í tí uppskotinum var einki nevnt um gildistíðina á veiðiloyvinum. Og tí fara verandi loyvi framvegis úr gildi 1.januar 2034.

Føroya Reiðarafelag eftirlýsti í tí sambandi, at landsstýrið kom við uppskoti um at leingja gildistíðina á verandi loyvum. Reiðarafelagið helt tá, at gildistíðin átti at vera 12 ár.

 

Semja um 10 ár

Tá løgtingsval varð útskrivað segði Fólkaflokkurin í valskránni, at gildistíðin eigur at vera 12 ár. 

Politiska semjan millum ABC-flokkarnar bleiv 10 ár. Og tað skal løgtingið nú taka støðu til.

Lógaruppskotið, sum Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum eigur,  hevur harumframt fleiri tekniskar broytingar við sær. Flestu teirra eru tær somu, sum undanfarni landsstýrismaður í fiskivinnumálum arbeiddi við og sendi til hoyringar, men ikki kom í tingið við, áðrenn val varð útskrivað.

Hoyringsarsvarini, sum fylgja við uppskotinum, eru skrivað til lógaruppskotið hjá undanfarna landsstýrismanni. 

Les uppskotið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945