- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump á veg til Kina

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er á veg til Kina, har hann skal hitta kinesiska leiðaran, Xi Jinping.
Og við sær á ferðini hevur hann stjórar í fleiri av teimum størstu fyritøkunum í USA.
Tað skrivar forsetin á sínum egna sosiala miðli.
Teirra millum eru Jensen Huang, sum er stjóri fyri Nvidia, Tim Cook, sum er stjóri í Apple, og Elon Musk, sum er stjóri fyri SpaceX og Tesla.
Lata Kina upp
- Eg fari at biðja Xi Jinping lata upp Kina upp, so hesi dugnaligu fólkini sleppa at brúka síni evni og lyfta fólkalýðveldið upp á eitt enn hægri stig, segði Donald Trump.
Umframt nevndu stjórarnar, eru eisini stjórarnir í BlackRock, Blackstone, Boeing, Cargill, Citigroup, GE Aerospace, Goldman Sachs, Micron Technology og Qualcomm við á ferðini.
Vitjanin hjá Trump í Kina byrjar í dag og endar fríggjadagin.

























