HB-kreppan versnaði eftir heimatap fyri EB/Streymi

HB-kreppan versnaði eftir heimatap fyri EB/Streymi
HB tapti 4-3 fyri EB/Streymi í Gundadali, og trýstið á venjaran veksur. Á Argjum vann Víkingur 3-2 á AB, sum fekk ein mann útvístan
Mynd: Rói Sørensen/HB  
 
18.05.2026 - 21:24

Kreppan í HB versnaði í kvøld eftir 4-3 tap fyri EB/Streymi í Gundadali.

Heimaliðið fekk eina marrubyrjan, tá Sowe Ba Lamin og Laurits Nørby løgdu sundalagsmenn framum 2-0 longu fyrstu 10 minuttirnar. Ilt verri gjørdist tað fáar minuttir fyri steðgin, tá Óli Poulsen økti um munin til 3-0.

HB minkaði um munin tvær ferðir í seinna hálvleiki. Fyrst Eivind Restorff Mouritsen til 3-1 í 53. minutti, og síðan Heini Sørensen við brotssparki, tá ein góður tími var spældur.

Tað eydnaðist kortini ikki heimaliðnum at koma upp á javnt, tí tá eitt korter var eftir at spæla skoraði Búi Egilsson til 4-2 og so nyttaði lítið, at Mathias Voss minkaði til 4-3 beint fyri dystarlok. EB/Streymur kundi fegnast um trý stig.

Síðstu fimm dystirnar í Meistaradeildini hevur HB bert fingið eitt stig, og liðið liggur á 5. plássi við 11 stigum saman við AB og B68. Leggjast skal afturat, at í sama tíðarskeiði er eydnast at vinna á 3-1 B36 í fjórðingsfinaluni í steypakappingini og 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi í fyrru hálvfinaluni í somu kapping.

EB/Streymur, hinvegin, fekk trý kærkomin stig og sundalagsmenn yvirhálaðu Skála og 07 Vestur og komu upp um niðurflytingarstrikuna á 8. pláss við 9 stigum.  

 

Koppaði til Víking

Á Argjum vann Víkingur tepran 3-2 sigur á AB. 

Aron Benjaminsen legði útiliðið framum tíðliga, men Bjarki Nielsen og Jón Steingrímsson skutu heimaliðið framum fyri steðgin.

Í seinna hálvleiki fekk Sjúrður Henriksen sítt seinna gula kort og mátti av vøllinum, og við málum frá Jákup Johansen og Jørgeni Nielsen, sum endiliga skoraði í Meistaradeildini, fekk Víkingur vent hóttandi tapi til sigurs.

Víkingur er á 4. plássi við 14 stigum, meðan AB verður verandi á 11 stigum ájavnt við HB (nr. 5) og B68 (nr. 7). Argjamenn, sum fingu eina dreymabyrjan upp á kappingina, hava nú ikki vunnið síðan 4. umfar.

Í gjár vunnu øll trý toppliðini NSÍ, B36 og KÍ. Tey hava ávíkavist 23, 22 og 20 stig í toppinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762