Grønlendingar mótmæla USA

Grønlendingar mótmæla USA
Skipað verður fyri mótmælistiltaki seinnapartin í sambandi við, at amerikanska konsulátið flytur í nýggj høli í Nuuk
Amerikanska konuslátið fer at halda til í hesum bygninginum í miðbýnum í Nuuk.
Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix  
 
21.05.2026 - 08:57

Boðað er frá mótmælisgongu í Nuuk í dag, nú nýggja amerikanska konsulátið letur upp.

- Vit vilja gera USA greitt, at sjálvsavgerðarrætturin og framtíðin hjá grønlendska fólkinum liggur hjá okkum, og at hesi rættindi hjá komandi ættarliðum skulu ikki vanvirðast á henda hátt, sigur Aqqalukkuluk Fontain, sum skipar fyri mótmælisgonguni.

Amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Ken Howery, verður við til móttøkuna, tá nýggja konsulátið, sum er í miðbýnum í grønlendska høvuðsstaðnum, letur upp seinnapartin.

Men serligi sendimaðurin hjá Trump í Grønlandi, Jeff Landry, sum hevur verið í Nuuk síðstu dagarnar, er tó farin av landinum aftur, og verður tí ikki við.

 

Landsstýrisformaðurin ikki til móttøku

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, sigur við blaðið Sermitsiaq, at hann verður ikki við til móttøkuna á amerikanska konsulátinum.

Sambært Sermitsiaq hava fleiri onnur, sum vóru boðin til stóru móttøkuna, eisini sagt "nei takk".

Orsøkin er spenta støðan millum Grønland og USA, har amerikanski forsetin fleiri ferð hevur sagt seg vilja eiga og stýra Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328