- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marianna Winter: "Plátan snýr seg um at taka tað góða við tí ringa"

"The More You Know" er fyrsta heildarútgávan hjá Marionnu Winter, og hon hevur sjálv skrivað og framleitt plátuna saman við Ragnari Finssyni.
Plátan kemur út í morgin, fríggjadagin, og tá er Marianna Winter eisini gestur í sendingini LEITISSTEIN Live í útvarpinum klokkan 13.
Tit lurtarar kunnu seta Marionnu spuningar ella senda henni eina kvøðu ella annað við smsboðum 224000.
Í sambandi við útgávuna av "The More You Know" hevur Marianna Winter eina stóra útgávukonsert í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 29. mai.
Hetta er tín fyrsta heildarútgáva, sum tú gevur út. Hvussu kennist?
»Tað kennist super løgið. Eg havi altíð viljað útgivið eina heildarútgávu (plátu), tí mær dámar sjálv best at lurta eftir plátum. Havi ongantíð verið góð til playlistar. Men tað er ikki bara-bara, at framleiða heildarútgávur, og eg havi so stóra virðing fyri teimum, sum gera tað. Tað er bæði hattar har við at føla, at man hevur skapt eina heild, sum hóskar saman og onkusvegnað lýsir teg sum listafólk væl og erliga.«
"Eg sannførd um, at júst henda plátan er nóg erlig til, at eg fari at vera góð við hana leingi"
Marianna Winter, tónlistakvinna
»Tað ringasta við at framleiða eina heila plátu haldi eg tó er at steðga og góðtaka, at onkur ting kunnu altíð vera øðrvísi. Okkurt, sum eg haldi er feitt nú, haldi eg kanska ikki er líka feitt seinni. Soleiðis er lívið nokk bara. Vit flyta okkum, og tað er gott. Tískil kann tað eisini taka langa tíð at gera eina heildarútgávu, og hóast vit vóru noydd at seta nakrar deadlines og taka torførar avgerðir, eri eg sannførd um, at júst henda plátan er nóg erlig til, at eg fari at vera góð við hana leingi. Um eg so haldi hon ljóðar kul um nøkur ár ella ei.«
Hvat er hetta fyri ein útgáva?
»Tað er serliga ein útgáva um vøkstur, transformatión og at taka tað góða við tí ringa. Hóskandi til evnið, er hetta eisini fyrsta útgávan við sangum á, sum eg havi framleitt púra sjálv. Eg havi oftast verið ein partur av framleiðslu tilgongdini av mínum egnu sangum, hóast tað eru onnur, sum hava framleitt. Men hesuferð kann eg endaliga siga, at eg sjálv havi framleitt plátuna saman við Ragnari, men okkurt fullkomiliga sjálv. Tað følist gott og gevur mær bæði dirvi og sjálvsálit, men tað loyvir mær eisini at forma tónleikin júst so, sum eg hoyri hann fyri mær. Eg havi nokk so nógvar og sterkar meiningar generelt, serliga tá tað kemur til mín tónleik, og eg haldi ikki, at tað hevði riggað fyri meg ikki at framleitt mína fyrstu heildarútgávu. So vaksiverkini merkjast bæði í sangtekstum, innihaldi og í ljóðmyndini, haldi eg.«
"Eg havi nógvar og sterkar meiningar, serliga tá tað kemur til mín tónleik, og eg haldi ikki, at tað hevði riggað fyri meg ikki at framleitt mína fyrstu heildarútgávu."
Marianna Winter, tónlistakvinna
Hvussu vilt tú lýsa tónleikin á útgávuni?
»Eg haldi tað nemmasta er at kalla tað Alternative-Indie-Pop (Alt-Indie-Pop), men har eru so nógvar ymsar lítlar referansur úr alskyns sjangrum og tíðarlummum. Eg haldi ikki tónleikastílar (sjangrur) eru serliga spennandi óansæð. Fyri meg, kennist tónleikurin mest sum eitt av hasum gomlu heimabondunum, av sær sjálvum, sínum systknum og familju. Fyri meg, eru hesi heimabondini analog, mini-DV bond, sum skróva eitt sindur og tað mesta av ljóðinum yvirstýrur í vánaligu mikrofonini á hesum gamla filmtólinum. Men filmurin kennist heitur og summar tíðir følir tú akkurát sum um, at tú minnist hendingina í filminum, sjálvt um tú ert nógv for lítil at veruliga gera tað. Tað kennist heitt og sorgblítt at síggja seg og síni systkin spæla saman ella at síggja seg sjálva vera so opin fyri verðini, sum man var tá man var barn. Gjøgnum øll bondini sær man eisini allar broytingarnar í sær sjálvum og teimum rundanum seg. Tað er sindur soleiðis henda útgávan kennist fyri meg, men eg eri spent at hoyra hvussu hon kennist fyri onnur.«
Er nakað tema ella nøkur ávís evnir, ið eru gjøgnumgangandi í tekstunum?
»Nú ljóði eg sum ein skøva fløva sjálv, men hetta her við broytingum og vøkstri, bæði so og so. Tað er kanska nakað, sum eg serliga havi hugsað um tey seinastu árini. Hvussu relatiónir broytast. Við okkara foreldur, systkin, vinfólk, makar, o.s.fr.«
Tú hevur tónlistarliga altíð peika meira út úr Føroyum enn inn til Føroyar. Hvør er málsetningurin hjá tær við útgávuni og tónleikinum yvirhøvur?
»Tað er ikki mín egna ætlan, at rætta meg meir út í heim enn inn til føroyingar. Eg vænti tað spælir inn, at eg skrivi tekstir á enskum, og at eg sjálv lurti sera nógv eftir enskum og ensktalandi tónleiki. Sumt av mær hóskar kanska heldur ikki altíð so væl til eitt lítið oyggjarsamfelag, men størsti heiðurin er altíð at hoyra frá øðrum føroyingum, at teimum dáma mín tónleik ella hava lurtað serliga nógv eftir onkrum hjá mær. Tað er altíð serligt at vinna á heimavølli. Og tí kendist tað serliga stórt, tá Patio varð tilnevndur "Ársins sang" til FMA í ár. Sangurin fangar nokk so væl mína persónligheit og mín tónleik, men er ikki serliga "føroyskur". So at síggja føroysk tónlistafólk velja hann, føldist mega kul. Eg droymi sjálvandi um, at sleppa út um landaoddarnar at framføra enn meira, og tað vóni eg eisini fer at henda hesi komandi árini, men tað spælir ikki inn í sjálvari skapanini av tónleikinum hjá mær.«
"Størsti heiðurin er altíð at hoyra frá øðrum føroyingum, at teimum dáma mín tónleik ella hava lurtað serliga nógv eftir onkrum hjá mær. Tað er altíð serligt at vinna á heimavølli."
Marianna Winter, tónlistakvinna
TEY LUTTAKANDI
"The More You Know"
Marianna Winter
Rithøvundar: Marianna Winter, Sixten Bruhn, Ragnar Finsson
Tónaskøld: Marianna Winter, Sixten Bruhn, Ragnar Finsson & Jonatan Linder
Tónleikarar
Sang & ljóðføri: Marianna Winther Nagata
Ljóðføri: Ragnar Finsson
Ljómborð: Vinjar Egilsnes Petersen
Framleiðsla: Marianna Winther Nagata & Ragnar Finsson
Ljóðblandað og mastrað: Finnur Hansen
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Grafiskt snið og uppseting: Dania O. Tausen
Útgáva: TUTL
Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð



























