Fótbóltskvinnurnar: Liðskiparin ikki við ímóti Georgia

Fótbóltskvinnurnar: Liðskiparin ikki við ímóti Georgia
Ásla Johannesen verður ikki við, tá Føroyar spæla ímóti Georgia í næstum. Tað vera Julia Naomi Mortensen, Rúna Jacobsen, Sara Samson Shaki heldur ikki
Ásla Johannesen, Sara Samson Shaki, Julia Naomi Mortensen og Rúna Jacobsen hava givið avboð til landsdystin ímóti Georgia
Mynd: FSF  
 
28.05.2026 - 16:48

Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Ásla Johannesen, verður ikki við, tá Føroyar spæla sín síðsta HM-undankappingardyst ímóti Georgia í næstum.

Tað vera Julia Naomi Mortensen, Rúna Jacobsen, Sara Samson Shaki heldur ikki. Tær fýra hava givið avboð, og tí hevur landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, sent boð eftir Jancy Mohr, Tóru Mohr og Malenu Olsen úr KÍ og Natalia Dansdóttir Olsen úr Víkingi.

Hetta er fyrstu ferð, at Natalia Dansdóttir Olsen er tikin út til landsliðið.

Undan dystinum ímóti Georgia, sum verður spældur fríggjadagin 5. juni, eru Føroyar nummar tvey í bólkinum við trimum stigum aftanfyri Grikkaland, sum er fremst við níggju stigum. Georgia hevur einki stig fingið enn. 

Føroyingarnir spæla fyri sigrinum og 2. plássi í bólkinum aftanfyri Grikkaland. Eydnast tað, kann tað hava við sær, at Føroyar skulu spæla røkkstøkk-dystir um pláss í HM-endaspælinum í Brasil næsta summar. Hetta er treytað av, at úrslitini í hinum bólkunum laga seg til fyrimuns fyri Føroyar.

LES EISINI: Fótbóltskvinnurnar spæla fyri røkkstøkk-dystum

 

Landsliðshópurin:

Málverjar
Gunnvá Lützen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

Verjuspælarar
Natalia Dansdóttir Olsen, Víkingur
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Miðvallarspælarar
Jancy Mohr, KÍ
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Caroline Brændstrup, Gil Vicente (Portugal)
Malena Olsen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ

Álopsspælarar
Brá Zakariasardóttir, HB
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329