Tørvur á felagi fyri marknaðarfólk

Tørvur á felagi fyri marknaðarfólk
Felagið føroysk marknaðarfólk er endurstovnað, tí eitt nú vitlíki er stór hóttan móti hesi vinnuni
 
28.05.2026 - 11:16

- Um fólk í hesi vinnuni ikki læra at brúka vitlíki til sín fyrimun, hvørva eitt nú teksthøvundar, myndafólk, grafikarar og onnur skapandi marknaðarfólk.

Soleiðis sigur Eiler Fagraklett, formaður í endurstovnaða áhugafelagnum føroysk marknaðarfólk.

Og tað er júst vitlíki, sum er ein av høvuðsorsøkunum til, at felagið føroysk marknaðarfólk er endurstovnað júst nú.

Tað er blivi lættari hjá fólki at gera sínar egnu lýsingar, og tað ávirkar lýsingatilfarið, sum vit síggja úti í almenna rúminum.

- Støðið á lýsingunum er lækkað, so hvørt vitlíki er blivið lættari atkomilig hjá vanligum fólki at brúka, sigur Henny á Líknargøtu, ein av nevndarlimunum í endurstovnaða felagnum.

Í morgunsendingini greiða Eiler Fagraklett og Henny á Líknargøtu frá ávirkanini av vitlíki á lýsingaheimin og um ætlanirnar við endurstovnaða felagnum.

Felagið føroysk marknaðarfólk virkaði frá 2013 fram til 2019, tá virksemið steðgaði. Áhugafelagið er eitt forum, har fólk í vinnugreinini kunnu savnast, kjakast, vitanardeila, netverka og vinna sær íblástur.

a_1461-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938