Víkingur hevur fingið boð upp á stórtalent

Víkingur hevur fingið boð upp á stórtalent
Tað eru boð eftir Aroni Benjaminsen úr útlondum. Formaðurin í Víkingi váttar, at tað er áhugi, men vónar at halda fast í 18 ára gamla bóltsnillinginum
Aron Benjaminsen í dystir fyri Føroyar í ungdómslandsdysti
Mynd: FSF  
 
28.05.2026 - 12:07

Sum skilst hevur Víkingur fingið eitt boð úr Serbia upp á Aron Benjaminsen. 18 ára gamli vongurin hevur verið eyðsýndur á liðnum hjá Víkingi, eftir at hann kom aftur til føroyskan fótbólt frá norska Kristiansundi.

 - Eg kann vátta, at tað er áhugi fyri honum, men eg kann ikki fara í smálutir. Vit hava gjørt ein trý ára sáttmála við Aron og vóna, at hann spælir í Víkingi í eina tíð afturat, sigur formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen.

Víkingur hevur seinnu árini selt spælarar sum Gunnar Vatnhamar, Noah Mneney, Géza Dávid Turi og Poul Kallsberg. Tað er óvist, hvat prísurin er fyri Aron Benjaminsen, men helst er hann nakrar hundrað túsund krónur. 

Aron Benjaminsen er uppvaksin í Skála og skifti í mars mánaði 2024 til Kristiansund í Norra. Í ár kom hann aftur til føroyskan fótbólt. Hann gjørdi ein trý ára sáttmála í Sarpugerði og hevur seinastu dystirnar gjørt nógv vart við seg.

Bolt.fo skrivaði fyri kortum, at Viborg hevði verið og hugt eftir føroyska U21-landsliðsspælaranum. Tað er tó ikki Viborg, sum hevur bjóðað upp á Aron Benjaminsen, men eitt felag úr Serbia.

Kringvarpið hevur fingið upplýst, at talan møguliga er um felagið FK Čukarički, ið spælir í bestu deildini. Tað er eitt felag, sum í seinastuni hevur selt fleiri spælarar til Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777