Trý listafólk fáa løn í trý ár

Trý listafólk fáa løn í trý ár
Vónbjørt Vang, Guðrið Poulsen og Gudmund Helmsdal fáa løn at arbeiða burturav við ávikavist bókmentum, myndlist og filmi
Vónbjørt Vang, rithøvudur.
 
29.05.2026 - 13:24

Vónbjørt Vang, Guðrið Poulsen og Gudmund Helmsdal fáa listafólkaløn í trý ár.

Tað hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins gjørt av.

Tey trý fáa listafólkaløn at arbeiða burturav við ávikavist bókmentum, myndlist og filmi.

Bókmentaliga faknevndin sigur m.a. um Vónbjørt Vang, at hon hevur prógvað seg sum ein av okkara bestu rithøvundum og hevur fingið viðurkenning her heima og uttanlands. Í verkætlanarlýsingini, sum er nýskapandi, gongur hon nýggjar listaligar leiðir og vísir eina greiða og realistiska ætlan. Í nevndini sótu Poula Gaard og Sanna Klein.

 


Guðrið Poulsen, listakvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Um Guðrið Poulsen sigur listaliga faknevndin, at Guðrið Poulsen hevur seinastu 40 árini verið undangongufólk innan fyri rúmligu listina í Føroyum, har hon støðugt hevur flutt mørk. Sagt verður, at Guðrið Poulsen vil, at list hennara aftur skal manifistera seg á ein nýggjan hátt í rúminum, har áskoðarin følir listina við sínum kroppi, eins og sínum viti. Í myndlistaligu faknevndini sótu Inger Smærup Sørensen og Jóannes Gaard.

Um Gudmund Helmsdal sigur filmsfaknevndin, at Gudmund Helmsdal hevur áhaldandi ment forvitnislig filmshugskot. Arbeiðsætlanin fyri starvstsíðina er greið og fevnir um filmsverkætlanir, sum hava verið í menning í fleiri ár. Ynskið er at brúka listafólkalønina til at hugsavna seg um leikstjóraleiklutin, so filmarnir røkka á mál. Í nevndini sótu Sakaris Stórá og Marianna Mørkøre.

 


Gudmund Helmsdal, filmsleikstjóri. 

 

Endamálið við listafólkalønum er at bøta um korini hjá einstaka yrkislistafólkinum. Listafólkið arbeiðir tey trý árini burturav við list. Listafólkalønin svarar í upphædd til læraraløn og 15 prosent í eftirløn.

27 fólk søktu um listafólkaløn, og tey hepnu vóru altso Vónbjørt Vang, Guðrið Poulsen og Gudmundur Helmsdal

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373