50.000 kr. í sektaruppskoti - báðir ferðaleiðararnir tóku av

50.000 kr. í sektaruppskoti - báðir ferðaleiðararnir tóku av
Báðir menninir eru vístir úr Føroyum og sleppa ikki aftur higar í tvey ár
Báðir menninir, annar er úr Bretlandi og hin úr Póllandi, eru vístir úr Føroyum. (Savnsmynd)
 
01.06.2026 - 07:49

Tveir ferðaleiðarar, sum vóru tiknir fríggjadagin, fingu 50.000 kr. hvør í sektaruppskoti.

Teir tóku av, sigur politiið. 

Báðir menninir, annar er úr Bretlandi og hin úr Póllandi, eru vístir úr Føroyum. 

Teir sleppa ikki aftur higar í tvey ár. 

Ferðalagið hjá øðrum var ikki komið til Føroya, tá ferðaleiðarin var tikin, sigur politiið.

Tveir menn, sum fóru inn um markið, sum sýslumaðurin setti í sambandi við springaradrápið í Streymnesi, fingu 1.000 kr. í sektaruppskoti.

Teir tóku av.

Menninir eru ikki útvístir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040