Kunnu kenna seg trygg á arbeiðsplássinum

Kunnu kenna seg trygg á arbeiðsplássinum
Í næstum flytur Psykiatriski depilin í H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, og har verður eisini ein ávaringarskipan sett upp
Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.06.2026 - 15:21

Starvsfólkini á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum kunnu kenna seg trygg, tá tey eru til arbeiðis.

Tað vissar Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á deplinum, um.

Í næstum flytur Psykiatriski depilin í H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, og har verður eisini ein ávaringarskipan sett upp.

Hoyr samrøðu við Tórmóð Stórá í útvarpstíðindunum: 

 

01062026_Tormo


 

 

Eitt KT-brek hevði við sær, at ávaringarlúðrarnir ikki riggaðu, tá ein sjúklingur seinnapartin í gjár leyp á starvsfólk á psykiatrisku deild á Universitetssjúkrahúsinum í Ålborg.

Fleiri starvsfólk fingu skaða, bæði kropsligar og sálarligar, skrivar danska TV2.

Fýra fólk eru sjúkraskrivað eftir álopið, tvey orsakað av kropsligum skaðum, og tvey, tí tey eru ov illa fyri sálarliga til at koma til arbeiðis.

Ein sjúklingur gjørdist í gjár harðligur og leyp á starvsfólkini, skrivar TV2.

Ávaringartólini, sum starvsfólk hava til at nýta í sambandi við møgulig slík álop, riggaðu ikki, sum tey skuldu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213