Galaxy: Einki at finnast at hjá Strandferðsluni

Galaxy: Einki at finnast at hjá Strandferðsluni
Gunn Ellefsen, advokatur, hevur gjørt niurstøðu í málinum um leiklutin hjá SSL um hekkuportrið á Galaxy
Niðurstøða er nú gjørd um leiklutin hjá Strandferðsluni í málinum um hekkuportrið á Galaxy.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2026 - 10:52

Onki var at finnast at fyrisitingarligu viðgerðini hjá Strandfaraskipum Landsins í málinum um opna hekkuportrið á Galaxy 
Tað er niðurstøðan hjá advokatinum Gunn Ellefsen, sum hevur kannað leiklutin hjá Strandfaraskipum Landsins í Galaxy -málinum. Advokaturin skuldi millum annað: 

- Lýsa viðgerðina hjá SSL, tá fráboðan kom um, at hekkuportrið stóð opið 
- Meta um mannagongdirnar hjá SSL, um tær vóru fylgdar, og um mannagongdirnar eru nøktandi 
- og meta, um fyrisitingarliga viðgerðin hjá Strandfaraskipum Landsins var nøktandi.   

 


Gunn Ellefsen, advokatur.

 

Hevði ikki ábyrgdina av trygdini

Gunn Ellefsen vísir í niðurstøðuni á, at tá SSL ikki hevði ábyrgdina av trygdini umborð á Galaxy, hevði tað verið fyrisitingarliga rættari, um SSL ikki fór inn í málið í so stóran mun, sum tey gjørdu.

Hon vísir á, at  ávísar orðingar í teldupostsamskiftinum, sum táverandi stjórin og táverandi rakstrarleiðarin hjá SSL høvdu við aðrar almennar stovnar um málið, vóru orðaðar á ein hátt, sum ikki eru hóskandi fyri ein almennan myndugleika.

Men síðani staðfestir Gunn Ellefsen, at hesi viðurskiftini hava tó ikki ávirkan á niðurstøðuna um, at tað út frá kanningini ikki er grundarlag at finnast at fyrisitingarligu viðgerðini hjá SSL av sjálvari fráboðanini/upplýsingini um, at hekkuportrið á Galaxy var opið undir sigling tann 1. september 2025, kl. 19.36. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098