- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósemja millum Klaksvíkar kommunu og Strandferðsluna um vørugjald

Ósemja er millum Klaksvíkar kommunu og Strandfaraskip landsins.
Strandferðslan vil ikki rinda kommununi vørugjald, sum sambært kommununi er farið upp um 600.000 kr. fyri árið 2025 og higartil í ár.
Vørugjaldið hevur samband við farleiðina um Kalsoyarfjørð.
Karl Johansen.
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur, at Strandferðslan skal rinda vørugjald fyri treylarar, last- og vøruvognar og flutningsamboð, persónbilar og ferðafólk.
Tórshavnar havn hevur havt skrivliga avtalu við Strandferðsluna um vørugjald síðani 2004.
Klaksvíkar kommuna hevur bara munnliga avtalu við Strandferðsluna um vørugjald, men hevur sent rokningar eftir sama leisti sum Tórshavnar havn, tó bara fyri 2025 og 2026.
Dánjal Samuelsen.
Dánjal Samuelsen, stjóri á Strandferðsluni, heldur, at tíðin er komin at viðgera spurningin, um Strandferðslan yvirhøvur skal rinda vørugjald millum havnarløg í somu kommunu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:




























