Ákærdur fyri eldáseting

Ákærdur fyri eldáseting
Ein maður er ákærdur fyri elva til eldin í almenna vesinum í Mylnugøtu í Havn
 
04.06.2026 - 07:00

Ein 70 ára gamal maður er ákærdur fyri eldáseting.

Hann er ákærdur fyri elva til eldin í almenna vesinum í Mylnugøtu í Havn seinnapartin 9. november 2024.

Sambært ákæruritinum festi hann í ein serviett, sum hann so tveitti í eina ruskspann inni í hølinum.

Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing og endurgjald.

Hóast ákæruritið er dagfest 4. november í fjør, hevur rætturin ikki viðgjørt málið enn.

Maðurin noktar seg sekan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086