Eginfíggingin framvegis ikki í lagi

Eginfíggingin framvegis ikki í lagi
Kirkjusóknin hevur ikki triðingin av tí, kirkjan kostar at byggja
Tekning av nýggju kirkjuni.
 
08.06.2026 - 06:14

Kirkjusóknin hevur ikki triðingin av tí, kirkjan kostar at byggja.

Og tí er byggiloyvi ikki givið til kirkjuna á Argjum.

Tað er svarið frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, til Fróða Magnussen, løgtingsmann.

Gamla kirkjan á Argjum skal seljast.

Men peningur fyri ta søluna verður í fyrsta lagi tøkur á kontuni hjá kirkjuráðnum tann 1. januar 2028.

Hann kann tí ikki takast við í triðingin hjá kirkjusóknini.

Treytin um at eiga ein triðing av byggikostnaðinum, áðrenn loyvi verður givið til at byggja, er lutfalsliga strong. 

Orsøkin er, at sambært rættarvenju kann ein kirkja ikki vera seld á tvingsilssølu, sigur landsstýrismaðurin. 

Hetta ger, at fer ein verkætlan at byggja eina kirkju av knóranum, heftir øll kirkjuskipanin í seinasta enda fyri skuldina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558