Nógv nýggj rúsevni koma eisini til Føroya

Nógv nýggj rúsevni koma eisini til Føroya
Evropiski stovnurin fyri rúsevni ávarar um vøkstur í nøgdini av reinum og vandamiklum rúsevnum
Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.
 
09.06.2026 - 12:58

- Vit eru eisini rakt av rákinum, og nýggj rúsevni finna tíverri eisini vegin til Føroya.

Tað sigur Kári Jacobsen, kanningarleiðari hjá løgregluni, nú almenni, evropiski stovnurin fyri rúsevni, EUDA, ávarar um ein vandamiklan vøkstur í nøgdini av reinum og vandamiklum rúsevnum, sum eru at fáa í gøtunum í fleiri evropiskum londum:

 

09062026_Kari_Jacobsen


Í løtuni heldur EUDA eyga við fleiri enn túsund rúsevnum. Sambært ársfrágreiðingini eru í minsta lagi 7.600 deyðstilburður skrásettir í 29 ymiskum londum, tí fólk hava tikið ov nógv rúsevni.

Og næstan hvørja viku finna myndugleikarnir nýggj rúsevni, sum eru tilgjørd, eitt nú cannabinoidir, sigur Lorraine Nolan, stjóri í EUDA, í tíðindaskrivi.

- Vit eiga at gera alt, vit eru ment, at forða fyri, at nýggj og vandamikil evni koma á marknaðin, sigur Magnus Brunner, sum er ES-marknaðarkommisserur, sambært heimasíðuni hjá rúsevnastovninum, EUDA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493