Brúgvin um Streymin er illa farin

Brúgvin um Streymin er illa farin
Serfrøðingar kanna nú undirsíðuna á brúnni, sum skal umvælast næsta ár
Stórar umvælingar skulu gerast á brúnna um Streymin.
 
10.06.2026 - 09:08

Berandi undirsíðan av brúnni um Streymin er illa farin, tí hon er ikki hildin viðlíka.

Í hesum døgum gera serfrøðingar nærri kanningar av undirsíðuni, sum skal umvælast næsta ár.

Úrslitið av kanningini verður eftir ætlan greitt í august.

Fyribils verður umvælingin av betonginum í undirsíðuni mett til at taka umleið tvey ár og kosta okkurt um 45 milliónir krónur. 

22 milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár, og 23 mió skulu ætlandi setast av á fíggjarlógini fyri 2027.

Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á Landsverki:

 

260609_DV_BRUGVIN_UM_STREYMIN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026