Fólkatingið velur nevndir í dag

Fólkatingið velur nevndir í dag
Føroyanevndin og Grønlandsnevndin halda báðar fram, hóast færri nevndir eru í fólkatinginum nú
Fólkatingið velur fastar nevndir í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.06.2026 - 07:54

Fólkatingið fer í dag at velja føstu nevndirnar, millum annað føroyanevndina.

Føroyanevndin verður varðveitt, nú 20 nevndir eru í fólkatinginum í staðin fyri 30, sum hava verið.

Grønlandsnevndin heldur eisini fram.

Og málsøkini hjá teimum eru tey somu sum nú. Málsøkið er danskar lógir um tey bæði londini og annars viðurskiftini millum Danmark og Føroyar og Danmark og Grønland.

Fólkatingslimir hava gramt seg um, at ofta er meira enn ein nevndarfundur í senn, tí nevndirnar eru so nógvar.

Og tey, sum eru í fleiri enn einari nevnd, fáa bara verið á einum fundi í senn.

Og tinglimir fáa betri stundir til hvørt mál, verður sagt.

Fólkatingið er samt um at broyta bygnaðin, sum kom í gildi 10. apríl. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065