Netumsitari til Kringvarp Føroya 

Um KVFTíðindi
Netumsitari til Kringvarp Føroya 
Vit sóknast eftir royndum og dugnaligum netumsitara til KT-deildina
 
16-06-2026

Starvið: 

Títt fokusøki verður at røkja og umsita netverk og nettænastur. Uppgávurnar fevna eitt nú um: 

- At umsita og viðlíkahalda netið, herundir trygd. 

- At umsita og viðlíkahalda ambætarar og serskipanir saman við KT-toyminum og veitarum. 

- At vera við í arbeiðinum at íverkseta nýggja tøkni og menna verandi tøkni. 

- At skjalfesta útgerð og infrastruktur isv. net. (vit brúka Netbox), og halda hetta dagført. 

 
Tínir førleikar: 

- Tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella hollar royndir við umsiting av neti. 

- Tú hevur hollar royndir við Microsoft, Linux og netútgerð (Cisco og FortiGate). 

 
Tínir eginleikar: 

- Fyrst og fremst ert tú eldhugað/-ur í KT-fakinum. 

- Tú hevur áræði at seta teg inn í nýggja tøkni. 

- Tú ert røkin og hevur góð samstarvsevni. 

- Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi. 

 
Vit bjóða: 

- Eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum. 

- Eitt starv við góðum møguleikum fyri at menna seg og seta egnan dám á starvið. 

-  Tú gerst partur av einum góðum fakligum toymi, har tú kanst læra nógv. 

- Góða matarskipan og hugnalig starvsfólkatiltøk. 

 
Setanartreytir 

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 8. juli, og umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til umsokn@kvf.fo 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Kára Poulsen, KT-leiðara, á telefon 296676, ella á kpo@kvf.fo 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525

Um kvf css