Mette-Marit krúnprinsessa fingið nýggj lungu

Mette-Marit krúnprinsessa fingið nýggj lungu
Viðgerðin eydnaðist væl, sigur norska kongshúsið
Mette Marit krúnprinsessa í Noregi
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
17.06.2026 - 09:04

Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, hevur fingið nýggj lungu í einari væleydnaðari lungnatransplantatión á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo.

Tað upplýsir norska kongshúsið í dag. 

52 ára gamla Mette-Marit varð fyri minni enn tveimum vikum síðan sett á bíðilista til lungnatransplantatión, eftir at lungasjúkani var nógv versnað.

Sambært læknunum hevur skurðviðgerðin eydnast væl, men krúnprinsessan skal liggja á sjúkrahúsinum í fleiri vikur aftrat til viðgerð, endurvenjing og eygleiðing.

Mette-Marit fekk staðfest lungnasjúkuna lungnafibrosu í 2018. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815