- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjargaður úr gummibáti: – Eg mátti bara hava tol

– Eg var farin til útróðrar, og gjørdi kanska ov nógv av. Veðrið var ikki av tí besta, og har kom ein stór alda, og báturin fyltist við sjógvi.
Tað sigur útróðrarmaðurin, sum seinnapartin í gjár varð bjargaður av Smyrli eftir fleiri tímar í einum gummibáti eystanfyri Sandoynna.
Maðurin, sum ynskir at vera ónevndur, hevði verið til útróðrar í einum lítlum seksaringi. Hann hevði lagt seg at royna nakað millum Borðuna og Kirkjubønes, tá hann kom í eina streymíðu og ein alda fylti bátin.
– Tíbetur hevði eg gummibát umborð, so eg fyrireikaði meg at fara av bátinum. Eg var róligur, og tað gekk væl at sleppa í gummibátin. Útróðrarbáturin lá tá tungur í sjónum og er nokk farin til botns stutt eftir, at eg fór í gummibátin.
Telefonina fekk hann ikki við sær.
– Eg hugsaði bara um at sleppa í gummibátin. Telefonina fekk eg ikki við mær, so eg fekk ikki ringt og boðað frá, sigur hann.
Rak í fleiri tímar
Maðurin rak síðani suðureftir í gummibátinum.
Har vóru nakrir bátar á leiðini, men teir vóru ov langt burturi.
– Veðrið batnaði skjótt, og eg visti, at Smyril fór at koma suður hendavegin, so eg mátti bara hava tol, sigur hann.
Um 17-tíðina í gjár fekk MRCC fráboðan frá Smyrli, sum var á veg úr Havn á Krambatanga, um ein mann í havsneyð.
Ferðafólk og manning umborð á Smyrli høvdu tá varnast ein reyðan lut á sjónum eystanfyri Sandoynna. Skiparin, Niels Harald Michelsen, broytti kós og sigldi nærri.
– Fólk á Smyrli varnaðust, at okkurt var áfatt. Tey hildu seg eisini síggja neyðbluss, og tá vit hugdu í kikaran, sóu vit ein mann, sum veittraði móti okkum, hevur skiparin greitt frá.
– Ein lætti at síggja Smyril
Tá hevði útróðrarmaðurin verið í bjargingarbátinum í umleið tveir til tríggjar tímar og var rikin nakað væl suður og var tá eystanfyri Sandoynna.
– Tað var ein lætti, tá eg sá Smyril sigla ímóti mær. Eg bleiv bjargaður umborð, og tey tóku so væl ímóti mær umborð, sigur hann.
Maðurin sigldi við Smyrli suður og avgjørt varð, at hann skuldi sigla við Smyrli norður eisini, og varð síðani fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
– Eg havi verið til eygleiðing á Landssjúkrahúsinum í nátt, men bleiv útskrivaður í dag. Eg havi tað gott, men eg havi fingið tilboð um sálarhjálp, og eg haldi, at eg fari at taka av tí tilboðnum, sigur útróðrarmaðurin, sum býr á høvuðsstaðarleiðini.
























