Drivið fær stuðul úr Nordea-grunninum

Drivið fær stuðul úr Nordea-grunninum
Drivið, nýggja felagshúsið, sum skal gerast í Hvannasundi, fær nú stuðul úr Nordea-grunninum
Drivið skal byggjast á havnalagnum í Hvannasundi, sunnanfyri byrgingina.
Mynd: Savn.  
 
20.06.2026 - 11:23

Drivið, nýggja felagshúsið, sum skal gerast í Hvannasundi, fær nú stuðul úr Nordea-grunninum.

Grunnurin hevur játtað 4.283,921 kr.

4 milliónir eru markaðar til bygginga og 283.921 kr. eru játtaðar til nýggja frítíðarútgerð.

Drivið skal byggjast á havnalagnum í Hvannasundi, sunnanfyri byrgingina. Húsið skal vera karmur um ítrótt, mentan og sjálvskipað virksemi.

Tað skal vera pláss fyri rógving, motorumvæling og frítíðarvirksemi sum kajak, stand-up paddle og havsvimjing. Eins og sjálvskipaðir bólkar sum eitt nú dypparar, súkklarar, klintrarar og gongufólk fáa góðar umstøður.

Verkætlanin verður mett at kosta 18,7 milliónir krónur. Við stuðlinum úr Nordea-grunninum vantar ikki nógv í til øll fíggingin er fingin til vega.

Lokale- og anlægsgrunnurin, stytt LOA, hevur játtað 6,2 milliónir til verkætlanina og Hvannasunds kommuna aðrar 4,6 milliónir krónur. 

Tey sum hava tikið stig til verkætlanina eru Norðdepils- og Hvannasunds Róðrarfelag og Norðoya Motorsavn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985